Bikarsigurinn vekur heimsathygli
Það er ekki aðeins á Suðurnesjum sem bikarsigur okkar vekur athygli. Á færeyska íþróttavefnum sportal.fo er að sjálfsögðu sagt frá leiknum og frammistöðu Símuns. Þar birtist eftirfarandi frétt.
Símun steypavinnari í Íslandi
Símun Samuelsen spældi við, tá ið Keflavík um vikuskiftið vann íslendsku steypafinaluna í fótbólti
Vágbingurin Símun Samuelsen endaði eitt gott kappingarár í íslendskum fótbólti við at vinna gull í steypakappingini. Hetta hendi leygardagin, tá ið Keflavík og meistararnir KR spældu steypafinalu á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Dysturin endaði við 2-0 til sigri til Keflavík, og bæði málini vóru skotin í fyrra hálvleiki. Guðjón Antoníusson skoraði fyrra málið í 21. minutti, og Baldur Sigurðsson økti til 2-0 10 minuttir seinni.
Símun Samuelsen hevur verið ein av stuðulsspælarunum hjá Keflavik í hesum kappingarárinum, og hann var á liðnum frá byrjan í steypafinaluni. Í yvirtíðini var Símun skiftur út, og eftir dystin fekk hann handað sína gullmedalju.
Símun á fullri ferð gegn KR-ingum.
(Mynd frá Víkurfréttum)